Hann varð føddur í Skopun 11. august í 1898, og var hann júst vorðin sjeyti, tá hann doyði - miðskeiðis í øðrum løgmansskeiði sínum. Petur Mohr Dam var sonur Óla Christian Dam, handilsmann, sum var úr Kollafirði, og Sáru Mariu, f. Olsen, av Heygum í Vestmanna.
Petur Mohr Dam kom á ting, tá Javnaðarflokkurin fyrstu ferð fekk umboðan á tingi í 1928. Hann var formaður floksins mestu tíðina hesi 40 árini.
Størstu avrikini eftir Petur Mohr Dam munnu verða heimastýrislógin, sum kom í gildi í 1948 og almannalógirnar, sum komu í gildi í 1959. Tað vóru Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum samráddust um og samtyktu heimastýrislógina ? og sum skipaðu fyrsta landsstýrið í 1948 undir leiðslu av Andras Samuelsen, Føroya fyrsta løgmanni. Í 1950 skipaðu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin landsstýri, og vóru Petur Mohr Dam og Javnaðarflokkurin tá í andstøðu í átta ár, til flokkurin aftur kom í landsins stýri sum størsti flokkur í 1958 ? aftur saman við Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum. Tað vóru lyfti um sosialu lógirnar, eitt nú fólkapensjónina, ið gav Javnaðarflokkinum vind í seglini, og komu tær fyrstu í gildi í 1959.
Eftir at sonevnda sjálvstýrislandsstýrið við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, hevði sitið frá 1963-67, skipaði Javnaðarflokkurin aftur landsstýri eftir valið í november í 1966 við Petur Mohr Dam sum løgmanni ? aftur saman við Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum.
Í miðum valskeiði andaðist Petur Mohr Dam hin 8. november í 1968.