35 milliónir í halli

Fyrsta árið hjá Smyril Line við nýggju Norrønu í flotanum gjørdist sera vánaligt. Ársroknskapurin, ið var lagdur fram á aðalfundinum hósdagin, vísti eitt hall upp á slakar 35 milliónir krónur

Tað sær einki serligt út fíggjarliga hjá Smyril Line. Rakstrarúrslitið í fjør var eitt hal upp á 34,9 milliónir krónur mótvegis einum yvirskoti upp á góðar 11 milliónir í 2002. Úrslitið var munandi verri, enn hvat leiðslan í Smyril Line hevði roknað við, og havandi í huga stóru lánsgjøldini, ið fella til gjaldingar í ár, er eyðsæð, at okkurt skal gerast sum skjótast.

140 milliónir falla til gjaldingar í ár
At talan er um eina trupla uppgávu, ið stendur fyri framman hjá leiðsluni í Smyril Line, er lítið av ivast í, tí sambært roknskapinum hjá felagnum falla ikki færri enn 140 milliónir krónur til gjaldingar í ár. Av hesum eru góðar 86 milliónir veðlán og veðskuld, meðan restin millum annað peningur, ið kreditorar eiga til góðar hjá Smyril Line fyri ymsar vørur og tænastur.
Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line, segði á tíðindafundinum eftir aðalfundin hósdagin, at úrslitið als ikki var nøktandi, tí teir høvdu væntað eitt avlop, men at teir framvegis hava góðar vónir. Hann ásannaði tó, at neyðugt er endurskoða allar fíggjarútreiðslurnar hjá felagnum til tess at lætta um útreiðslusíðuna. Til dømis kann hugsasat, at stóru veðhaldslánini í nýggju Norrønu fáa longri livitíð, so at árliga afturgjaldsbyrðan lækkar.

Kapitalgrundarlagið styrkjast
Til tess at styrkja Smyril Line í hesum fíggjarligu truplu tíðum, hevur nevndin í felagnum gjørt av, at kapitalgrundarlagið skal styrkjast, um tað gerst neyðugt. Klæmint Weihe sigur, at nevndin hevur ta fatan, at stóru íleggjararnir í felagnum framvegis stuðla verkætlanini, og tískil hava teir góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa nýggjar íløgur frá hesum, um tørvur verður á tí.
Sum tað sær út í løtuni, verða eingir trupulleikar við gjaldførinum hjá Smyril Line í summar, men tá ið heystið kemur, er støðan ein onnur, og tí er spurningurin, hvat gera vit tá, sigur Klæmint Weihe. Tá er tað, at fíggjarligu byrðarnar av álvara fara at merkjast, sigur nevndarformaðurin í Smyril Line.

Virksemi umskipast
Sum ein lið í menningini av Smyril Line og tilboðunum hjá felagnum, er ein nýggj ferðaætlan ávegis, sum verður býtt í trý. Millum annað fer Norrøna ikki at sigla upp á Bergen í vetrarsiglingini komandi ár, tí tað er neyvan nakað serligt av fólki á rutuni millum Bergen og Hanstholm á vetri, og tískil kann felagið spara nakað av útreiðslum til havnagjøld, olju og manning við at niðurleggja hesa farleið í vetrarsiglingini.
Ístaðin ætlar felagið at gera meiri við íslendska marknaðin, og serliga verður farið eftir íslendsku útflytarunum. Ein av nevndarlimunum í Smyril Line, Jónas Hallgrímsson, segði á tíðindafundinum, at stórur áhugi var millum íslendskar útflytarar at flyta feskan fisk av landinum við Norrønu, tí so var fiskurin hjá keyparunum á europeisku meginlandinum mánamorgunin. Jónas Hallgrímsson, ið hevur sitið í nevndini í Smyril Line í mong ár, sigur, at væntandi er eisini áhugi millum íslendingar at seta meiri pening í felagið. Hetta skal vónandi viga upp ímóti minkandi føroysku útflutninginum.