35 leikaraflytingar

Ein rúgva av monnum nýttu høvi at skifta felag, nú flytingarvindeyga hevur verið opið. Hetta lat aftur mánadagin

Mest umrødda flytingin er pappírini hjá Toda Jónsson, sum nú aftur liggja í KÍ. Seinast Todi Jónsson spældi í KÍ var í 1992. Árið eftir spældi hann í B36, og síðani hevur Todi Jónsson ikki verið at sæð í føroyskum fótbólti. Men 16 ár seinni er Todi aftur at finna í føroyskum fótbólti, og hevur hann longu skorað eitt mál.

Hanus til HB

Eisini eru aðrar flytingar, ið hava vakt ans. Hanus Thorleifsson hevur skift frá einum havnarfelagið til hitt. Frá B36 til HB. Christian Restorff Mouritsen gjørdi sama skifti, bara øvugtan veg, tá hann skifti frá HB til B36.

Hjalgrím Eltør hevur gjørt eins og Todi Jónsson og flutt sítt leikaraloyvið til barndómsfelagið KÍ. Hann spældi áðrenn við NSÍ.

Ein leikari, ið er uppvaksin í NSÍ, men hevur verið í útlegd, er Christian Høgni Jacobsen, sum er komin heim eftir at hava verið í danska AB.

Útisetar heim

Christian Høgni Jacobsen er ein av seks fótbóltsútisetum, sum hava flutt sítt leikaraloyvi heim. Hinir eru áðurnevndi Todi Jónsson, og so Páll Klettskarð, Oddmar Færø og Atli Danielsen. Eisini er Erling Jacobsen komin heim til Víking, men hesin fer niðuraftur, tá hann hevur spælt sjey landskappingardystir.

Onkrir flyta meðan aðrir gevast

Tað eru tó ikki allar broytingar, ið hava við sær, at leikarar skifta feløg. Egil á Bø er ikki longur partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann er fyribils givin at spæla bólt, men leikaraloyvi hansara er framvegis hjá barndómsfelagnum.