Meiri enn 300 fólk hava nú latið lív síðani forseta- og tjóðartingsvalið í Kenya seinasta hósdag. Mwai Kibaki, forseti, sigur, at hann varð afturvaldur, men andstøðan heldur uppá, at hennara valevni, Raila Odinga, vann valið. USA og ES hava sagt seg ivast í, at valið var rættvíst.
Valnevndin hevur higartil styðjað Mwai Kibaki, men í gjár viðgekk formaðurin í nevndini, Samuel Kivuitu, at umboð fyri forsetan løgdu trýst á nevndina fyri at fáa hana at staðfesta Kibaki sum vinnara.
-Eg veit ikki, hvør vann, segði Samuel Kivuitu við tíðindamenn eftir ein fund í nevndini í gjár.
Samstundis helt ófriðurin fram. Í einum býi einar 300 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Nairobi høvdu fleiri hundrað fólk av kikuju-fólkinum leitað sær skjól í einari kirkju, men álopsmenn settu eld á kirkjuna. Sambært myndugleikunum doyðu minst 35 fólk í eldinum, og summar keldur vilja vera við, at helmingurin av teimum deyðu vóru børn.
Aðrastaðni ljóðar, at fólk eru flýdd undan ágangi, og ST segði í gjár, at har vesturi í landinum eru umleið 70.000 fólk rýmd frá húsi og heimi.
Kenya hevur leingi verið mett sum eitt av teimum mest demokratisku og tryggu londunum í Afrika, men nú ávarað fleiri lond sínar borgarar ímóti at fara hagar. Formaðurin í Afrikanska Eindarfelagsskapinum, John Kufour, skuldi koma til Nairobi í dag at royna semju.