35 bátar á Toftum

Bátafelagið á Toftum skipaði fyri bátastevnu leygardagin.
Stevnan byrjaði klokkan 14:00 leygardagin og helt áfram út á náttina til klokkan tvey.
Høgni Waag Høgnesen, formaður í bátafelagnum á Toftum, sigur, at veðrið var ikki til vildar, og tískil hava bert einir 35 bátar verið á stevnuni.

- Men nógv annað var á skránni. Her vóru nógv fólk. Vit høvdu til dømis hoppiborgir, elektriskar bilar, søluframsýningar, kaffistovu og annað, sigur Høgni Waag Høgnesen.
Stuðlafelagið hjá B68 var eisini við í fyriskipanini av stevnuni. Stevnuøkið var við Fiskamarknaðin.