Tollvaldið og løgreglan funnu leygarmorgunin 346 gramm av hassj umborð á línubátinum Froya Leygarmorgunin kom línubáturin Froya til Føroya, eftir at hava verið í dokk í Hirtshals. Á veg til Klaksvíkar valdi skiparin at leggja at við Havnarmola, fyri at fáa skipið kannað ígjøgnum, áðrenn tað kom norður. Hetta tí, at hann hevði ein mistanka um, at møguliga okkurt ólógligt var umborð á skipinum.
Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminaldeildina hjá løgregluni, sigur, at skiparin gjørdi púra beint, tá hann valdi at leggja at Havnarmola og fáa eitt fullkomið eftirlit av skipinum.
Tollvaldið og løgreglan fóru umborð við narkohundum og gjørdu kanningar, og har komu teir fram á 346 gramm av hassji. Løgreglan fer nú víðari við málinum og ein maður, sum er føroyingur, verður í næstum skuldsettur í málinum.