Ámundur byrjaði sum urguleikari í kirkjuni 1. apríl í 1976.
Tá kirkjan fekk nýggja urgu hetta árið, bað Christian Høj, sum tá hevði verið urguleikari í eitt mannaminni, seg undan, og Ámundur tók við.
Umframt at hava verið fastur urguleikari øll hesi ár, hevur Ámundur gjørt nógv sálmaløg, sum ætlanin er at geva út
í bók.
Eftir fleiri enn 34 ár sum urguleikari í kirkjuni hevur Ámundur, sum 3. august í ár fylti 75 ár, valt at leggja frá sær og lata orgulbeinkin yvir til annan urguleikara.
Sum skilst verður tann ungi og evnaríki tónleikarin, Andreas Gærdum sum um stutta tíð fer at taka við hesi tænastuni.
At Ámund nú hevur lagt frá sær eftir drúgva og trúfasta tænastu, var hátíðarhildið við gudstænastuna í Sjóvar kirkju seinasta sunnudag.
- Nú kunnu Ámundur og konan, Jóhanna endiliga sita á sama
beinki undir gudstænastuni, segði Jógvan Fríðriksson, bispur í takkartalu síni við hetta høvið.
Málning
Kirkjuráðið fyri Sjóvar kirkju valdi at heiðra Ámund, og at gera eitt sindur burtur úr gudstænastuni henda dagin.
Sum takk fyri trúgva tænastu, góvu tey honum ein málning.
Undir gudstænastuni framførdu fimm av teimum seks børnunum hjá Jóhonnu og Ámundi tríggjar sangir, sum Ámundur hevði gjørt lagið til.
Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið døgurða í bygdarhúsinum.