34 deyð í bussvanlukku

Í minsta lagi 34 fólk doyðu, og 21 fingu skaða, tá ein bussur fór út av einari brúgv í Vietnam í nátt.

-Bussurin koyrdi beint út ígjøgnum bilverjuna á brúnni og datt 18 metrar niður í Srepok-ánna, sigur løgreglan við tíðindastovuna AP. Sum skilst eru báðir bussførararnir millum teirra, sum doyðu. Av tí at vanlukkan hendi á náttartíð, sótu tey flestu ferðafólkini og svóvu.

Myndugleikarnir duga ikki at siga, hví bussurin fór út av brúnni.

Á hvørjum ári doyggja umleið 11.000 fólk í ferðsluni í Vietnam.