Kringvarp Føroya krevur 330.000 krónur frá Krabbameinsfelagnum fyri at senda beinleiðis frá stóra krabbatiltakinum, sum verður 31. oktober. - Høvdu vit ikki fingið hetta gjaldið, hevði Kringvarpið als ikki kunnað verið við í hesum prosjektinum, tí tað hava vit ikki pengar til, vísir Annika Mittún Jacobsen á, men leggur dent á, at hetta er eitt stórt prosjekt, sum Kringvarpið fegið vildi vera partur av.
Hetta er eftir øllum at døma ikki fyrstu ferð at ein landsinnsavning verður skipað á henda hátt. Sambært Anniku Mittún Jacobsen hava áður verið líknandi sendingar sum eru »stuðlaðar av« og.
Men hóast Kringvarpið fær 330.000 krónur fyri at gera tiltakið, vísir kringvarpsstjórin aftur, at Kringvarp Føroya hevur nakran peningaligan vinning av tiltakinum.