33.106 fólk fara á val í dag

Heili 33.106 fólk hava valrætt til fólkatingsvalið í dag. Hetta er væl størri enn við seinasta fólkatingsval. Søgan sigur okkum tó, at valluttøkan til fólkatingsval ikki plagar at vera serliga stór

 

Fólkatingsval

Tað er nokk gingið upp fyri teimum flestu, at fólkatingsval er í dag. Í øllum ríkinum skulu fólk á val í dag. 179 limir seta í fólkatinginum. Av teimum 179 eru tvey umboð úr Grønlandi og tvey umboð úr Føroyum. Í Danmark skulu fólk bæði velja til fólkatingi og bý- og amtsráð. Hetta sleppa vit í Føroyum undan á hesum sinni.

Í Føroyum er tað soleiðis, at tað í búgva 46.889 fólk í Føroyum. Av hesum hava 33.106 fólk valrætt. Í lógini um fólkatingsval í Føroyum stendur at lesa:

§ 2. Valgret til Folketinget har enhver, som har dansk indfødsret, er fyldt 18 år og har fast bopæl i riget, medmindre vedkommende er umyndiggjort.

Hesi góðu 33.106 fólkini skulu velja á 69 ymiskum valstøðum kring landið. Nógv teir flestu veljararnir búgva í Tórshavnar Kommunu, 12.535 veljarar eru skrásettir í Tórshavnar Kommunu.

Við seinasta fólkatingsval høvdu 31.310 fólk valrætt í Føroyum. Bert 66,1 % av teimum, sum høvdu valrætt í 1998 valdu at fara á val. Tað skal so eisini sigast, at 66,1 prosent er munandi hægri enn til valið frammanundan hesum.

Valhølini kring landið lata upp kl. 9.00 og lata aftur kl. 20.00, men hava opið so leingi fólk koma. Úrslitið av valinum verður væntandi greitt umleið kl. 22.45.