Í miðamerikanska landinum Guatemala eru meiri enn 33.000 fólk rýmd frá húsi og heimi, eftir at eitt gosfjall nærhendis frítíðarbýnum Antigua er farið at goysa.
Jarðfrøðingar siga, at teir hava skrásett fleiri harðar spreingingar inni í tí 3.763 metrar høga gosfjallinum. Jarðfrøðingarnir siga eisini, at gosið er tað harðasta í mong ár.
Myndugleikarnir siga, at fleiri bygdir vestan fyri gosfjallið liggja undir øsku, sum hevur lagt seg um alt økið einar 12 kilometrar frá sjálvum fjallinum. Fólk í 17 bygdum eru flutt burtur haðani.










