Handverkarabúðin hjá Bygma Balslev skipar í dag fyri stórari handverkaramessu í hølunum hjá Balslev í Hoyvík. Við á messuni eru 32 framsýnarar, ið fyrst og fremst venda sær til handverkarar og fakfólk annars.
– Nógvir serfrøðingar vera millum framsýnararnar, líka frá Expandet, ið er serveitari av øllum innan boltar og skrúvur og til Mascot, ið selir klæðir til arbeiðsmenn og handverkarar. Av øðrum framsýnarum kunnu vit nevna Profile, ið eru serkønir innan límtræsbjálkar og Rias, ið veitir plast til byggivinnuna, siga tey hjá Balslev.
Eisini eru fleiri veitarar av professionellum el-amboðum, so sum Husqvarna, Makita, Dewalt og Milwaukee.
– Vit hava riggað okkum væl til at taka ímóti gestum, og samanlagt verður messuøkið 1.092 fermetrar, og verður tað á tremur við góðum hýri, hópin av vitan, tilboðum, nýggjheitum og onkrum góðum til góman, siga tey hjá Balslev. Nú klokkan 14 fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at seta messuna.
Umframt handverkaramessuna, so hevur Bygma Balslev eisini móttøku í dag millum klokkan 15 og 17 í sambandi við, at nýggi bygningurin, ið hýsir framsýning og avgreiðsluna hjá timburhandlinum, er tikin í nýtslu.