Í nátt hevur løgreglan verið úti við saksinum og hevur klipt nummarspjøldur av fleiri bilum.
- Í høvuðsstaðarøkinum tóku vit 12 sett og í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar, tóku vit 20 sett.
Settini av nummarspjøldrum, sum í nátt fóru sín veg, vóru soleiðis 32 í tali.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað í hesum førinum er vektgjaldið, sum eftir øllum at døma liggur ógoldið.
- Vit royna at ringja út til bileigarar og siga frá, hvør støðan er, áðrenn pláturnar verða tiknar, legði vaktleiðarin aftrat.