Á midnátt í gjárkvøldi lat spælaramarknaðurin hjá Fóbóltssambandinum aftur. Síðan gluggin lat upp fyri fýra vikum síðani, hava 32 leikarar skift felag.
Talan eru bæði leikarar við yrkissáttmála og leikarar uttan yrkissáttmála.
Nøkur kend nøvn eru á listanum. Millum annað sæst, at Dánjal á Lakjuni, sum hevur spælt við íslendska felagnum, Leiknir, fer aftur til barndómsfelagið, ÍF.
Og besta kvinnuliðið í landinum seinastu mongu árini, KÍ, hevur styrkt seg við landsliðsleikarnum Rakul Mariu Johannesen, sum kemur úr B36, og Leilu Pætursdóttir úr Víkingi.
Listin við flytingunum sæst á leinkjuni niðanfyri.
Myndatekstur: 32 leikarar fluttu spæliloyvi, meðan spælaramarknaðurin var opin nú í summar, sigur FSF á heimasíðu síni.
Mynd: www.hb.fo/Rakul Hansen