Felagsmyndin av føroysku Teenstreet-luttakarunum var tikin fyrrapartin í dag 318 føroyingar, lutakarar og leiðarar eru til altjóða, kristnu ungdómsráðstevnuna ?Teenstreet? í Oldenburg í Týsklandi. Talan er um ta størstu føroysku lutøkuna nakrantíð.
Føroyar eru triðstørsta tjóðin á Teenstreet-stevnuni, og tað tók eisini eina løtu hjá myndamanninum Ciaran Jackson at savna allar 318 føroyingarnar, lutakarar og leiðarar til eina felagsmynd aftaná bíbliutíman, sum var í tí stóru høllini í Oldenburg, sum vanliga er heimavøllurin hjá teimum týsku meistarunum í kurvabólti.










