Talan er um yvir 3.000 atkvøður av teimum 8.298 atkvøðunum, sum Fólkaflokkurin fekk á seinasta vali, sum »ganga leysar« – soleiðis at skilja, at fólkini, sum fingu hesar atkvøður, ikki eru á listanum hesaferð.
Talan er fyrst og fremst um teir tríggjar løgtingsmenninar, Jógvan á Lakjuni (683 atkvøður), Christian Andreasen (580) og Jákup Mikkelsen (548). Men umframt teir, so eru tey trý, sum vóru føstu varafólkini, tá landsstýrið varð skipað 14. september í 2019, Heðin Zachariasen (342), Brandur Sandoy (289) og Annika Olsen (289). Annika Olsen kom á ting eftir at hon fór frá sum borgastjóri í Havn 1. januar 2021 og varð trýst úr aftur tinginum, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær og tóku sæti á tingi beint fyri jól í fjør.
Onnur valevni, sum vóru longri niðri á listanum, eru eisini, ið ikki stilla uppaftur. Út frá teimum listum, sum higartil ber til at staðfesta, at 3.118 persónligar atkvøður hjá fólkafloksvalevnum ganga leysar.
Hetta svarar til 38 prosent av øllum atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum.
Fyri tað ber sjálvandi ikki til at staðfesta, at ikki onnur valevni á fólkaflokslistanum fáa atkvøðurnar, tí sjálvandi kunnu tey tað. Men hetta talið er sera stórt samanborið við hinar flokkarnar.