Leygardagin skipaði Seyðahundafelagið fyri kapping við Leynavatn, har heili 31 hundar luttóku. Tað var av allar fagrasta veðri, og setti tað eisini dám á kappingina, at enska Angie Driscoll var komin til Føroya sum dómari. Hon helt somuleiðis skeið sunnudagin.