Í løtuni eru tað 31 føroyingar, sum hava fingið dóm, men sum bíða eftir tørni at fara í geglið at sita.
Tað upplýsir danski løgmálaráðharrin, Morten Bødskov, fyri Sjúrði Skaale, sum hevur fregnast hjá hnum um, hvat hann ætlar at gera fyri at bøta um umstøðurnar í geglinum í Føroyum.
Sjúrður Skaale hevur spurt, hvat løgmálaráðharrin ætlar at gera fyri at fáa bíðitíðirnar til at fara í geglið niður, soleiðis at færri føroyingar verða noyddir at fara til Danmarkar at sita dómin av sær.
Men Morten Bødskov heldur ikki, at tað er neyðugt at byggja fongslið í Føroyum út.
Hann sigur, at tað eru fáir føroyingar, sum verða sendir til Danmarkar at sita, men tað er ikki altíð, at tað er plásstrot í Føroyum, sum er orsøkin.
Orsøkin kann eisini verða atferðin hjá fanganum, hvussu langur fongsulsdómurin er o.s.fr.
Í roynd og veru er tað so, at fangar, sum verða dømdir at sita í hálvtannað ár, ella styttri, sita dómin í Føroyum.
Í februar í fjør varð fongslið í Havn stongt, tí at blámusoppur varð staðfestur og samstundis var fyribils fongsul gjørt í Mjórkadali.
Í fongslinum eru pláss fyri 14 fangum, men tølini vísa, at í fjør sótu 8,4 í miðal. Hinvegin var 2011 eitt serligt ár, tí fongslið mátti flyta í Mjórkadal. Árið í fjør var støðan eisini serlig við tað, at óvanliga nógv vórðu dømd at sita í varðhaldi í sambandi við brotsverk.
Tí er tað heilt óvanligt, at so nógv fólk bíða eftir at sita dóm.
Men Fútin í Føroyum hevur upplýst fyri danska løgmálaráðharranum, at fleiri av teimum, sum bíða eftir at sita dóm, skulu sita stutt og hendir onki óvanligt, er væntandi, at bíðilistin verður avgreiddur í ár ella fyrst í næsta ári.
Tí heldur Morten Bødskov ikki, at tað er neyðugt at byggja fongslið í Føroyum út.
Sjúrður Skaale, sum er sæst saman við Morten Bødskov, sigur í stuttari viðmerking, at, hann er ikki er vísur í, at hesin trupulleiki er so lættur at loysa, og tí fer hann at fylgja málinum upp.