31 deyð í Moskva-floghavnini

Sjálvmorðsbumban, sum brast í komuhøllini í Domodedovo-øfloghavnini í Moskva seinnapartin, hevur nú kravt minst 31 mannalív, og meiri enn 100 fólk eru særd. Russisku tíðindastovurnar skriva, at bumban brast í tí partinum av komuhøllini, hagar fólk koma, sum eru komin við flogførum úr øðrum londum.

Domodedovo-floghavnin er einar 40 kilometrar í landssynning úr miðbýnum í Moskva. Rirzau skrivar, at flogfør, sum flúgva við útlendskum gestaarbeiðarum og ferðafólki, brúka vanliga hesa floghavnina.

Skandinaviska felagið SAS sigur, at tey brúka ikki Domodedovo.