31,4 stig í Danmark í gjár

Tað hevur verið heitt í Danmark teir seinastu dagarnar, men nú kølnar. Teir seinastu dagarnar hava hitamátararnir í Danmark ligið báðumegin tey 30 stigini, og í gjár vísti tann almenna mátingin í Karup í Jyllandi 31,4 stig.

Tað er tað mesta, sum er mátað higartil í ár, men um alt landið lá hitin beint undir teimum 30 stigunum í gjár.

Talan er kortini ikki um nakað hitamet fyri juni mánað, tí sambært veðurstovuni DMI hevur juni ofta verið heitari enn í gjár. Verandi met er frá 1947, tá DMI mátaði 35 stig í juni.

Teir næstu dagarnar fara teir donsku hitamátararnir at hvíla seg, tí nú fellur hitin næstan 10 stig, og seinni í vikuni fer at regna.