Tað var í gjár klokkan 13, at nýggi vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands varð avdúkaður, og bara eitt samdøgur seinni kundi Visit Faroe Islands staðfesta, at fleiri enn 30.000 netbrúkarar høvdu sæð filmin.
- Føroyingar hava tikið filmin til sín, tí at fleiri enn 22.000 hava longu deilt, dámt og viðmerkt filmin. Fólk hava sjálvi møguleika at gera sína egnu plakat um Føroyar í sambandi við vetrarfilmin. Hetta hevur eydnast væl, tí tað eru nú fleiri enn 600 kreativar plakatir gjørdar, sum enn fleiri túsund fólk deila, dáma og viðmerkja, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.
- Tað er gleðiligt, at átakið hevur fingið so stóra undirtøku – bæði her í Føroyum, men ikki minst uttanlands. Meira enn 60% av vísingunum eru uttanfyri Føroyar, sigur Guðrið Højgaard.
Samstundis, sum nýggi vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands varð avdúkaður í gjár, hevur summarfilmurin frá 2013 vunnið tveir prísir á altjóða filmsfestivalum afturat. Áður er filmurin heiðraður á trimum altjóða festivalum, so higartil hevur konseptið vunnið fimm altjóða prísir.
- Vit eru errin av, at filmurin og konseptið enn einaferð fær fremsta heiður á altjóða filmsfestivalum. Tað vísir millum annað, at dygdin er í heimsklassa og at filmurin rakar málbólkin, vekjur kenslur og selur Føroyar. At filmurin í stóran mun er framleiddur av føroyingum, eru vit eisini stolt av, sigur Guðrið Højgaard.
Konseptið vann ársins marknaðarátak í Føroyum í fjør. Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds, hava staðið fyri framleiðsluni av bæði summarfilminum og nýggja vetrarfilminum.