Í hesum døgum hava 3000 løntakarar, í privatu vinnuni á landi, fingið sendandi spurnarblað, í samband við eina stóra kanning, sum nevnist Motivatiónskanning 2008. Í samstarvi við Vinnuhúsið stendur Granskingardepilin fyri samfelagsmenning fyri kanningini.
Endamálið við kanningini er at lýsa nøgdsemið hjá løntakarunum innan henda partin av arbeiðsmarknaðinum og at greina viðurskifti, ið hava týdning fyri hvussu arbeiðsplássini og arbeiðsmarknaðurin virka.
Burtur úr innkomna tilfarinum verður gjørd ein frágreiðing, sum Granskingardepilin letur Vinnuhúsinum í heyst. Henda greiningin verður samstundis gjørd almenn, við tað at hon verður løgd út á heimasíðurnar hjá Vinnuhúsinum og Granskingardeplinum.