Í Føroyum eru næstan 3000 fólk, sum hava annað móðurmál enn tað føroyska. Tað er eitt úrslit, sum nú er kunngjørt eftir stóru fólkateljingina í 2011.
Úrslitið vísir, at tilsamans eru 2.985 fólk í Føroyum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt.
Av teimum hevur stívliga helvtin, ella 1.546 danskt sum móðurmál og restin, 1.439 fólk, hava uppaftur onnur móðurmál.
Listin við 15 teimum vanligastu móðurmálum, vísir at eftir føroyskt og danskt, eru tað flest í Føroyum, sum hava íslendskt, sum móðurmál.
Men hinvegin vinna filipinskt og teilendskt eisini eisini fram í Føroyum og tey bæði málini eru nú eisini ímillum 10 tey vanligastu móðurmálini.
Vanligastu móðurmálini í Føroyum, er sjálvsagt føroyskt, sum 45.361 fólk hava sum móðurmál.
Hinvegin skarar danskt fram úr sum næstvanligasta móðurmál í Føroyum við tað, at tað eru 1.546 fólk her á landi, sum hava danskt sum móðurmál. Men eftir eru so 1.439 fólk í Føroyum, sum hava upp aftur onnur móðurmál.
Umframt føroyskt og danskt, eru tey mest vanligastu fremmandu móðurmálini í Føroyum: Íslendskt: 201 fólk Enskt: 190 fólk Filipinskt: 103 fólk Norskt: 99 fólk Teilendskt: 86 fólk Rumenskt: 67 fólk Grønlendskt: 62 fólk Serbiskt: 57 fólk Russiskt: 55 fólk Spanskt: 49 fólk Svenskt: 45 fólk Polskt: 40 fólk Kinesiskt: 29 fólk.
Men sum tað sæst á talvuni, er tað ógvuliga misjavnt, hvussu stinn tey, sum hava fremmant móðurmál, eru í føroyskum.
Tað sæst, at tað eru tað heilt nógv, sum skilja føroyskt væl, ella sera væl, men sum als ikki duga at tosa føroyskt yvirhøvur, ella sum duga illa at tosa føroyskt. Men tað sæst eisini, at nógv eru mestsum eiðasør í føroyskum.
|