300 ungir rithøvundar

Týsdagin var hátíðarhald í mentamálaráðnum, har virðislønir vórðu latnar ungum rithøvundum, ið høvdu verið við til stuttsøgukappingina, sum KT-depilin hevur skipað fyri í heyst.

Í august í ár sendi KT-depilin út skriv til allar skúlar um eina stuttaøgukapping fyri allar fólkaskúlanæmingar í Føroyum.  Kappingin var býtt í tríggjar aldursbólkar - 1. – 4. flokk, 5. – 7. flokk og 8. – 10. flokk, við tveimum ymiskum evnum. Yngsti bólkurin kundi skriva ævintýr, meðan hinir báðir bólkarnir fingu høvi at skriva eina krimisøgu.
Tað serliga við júst hesi stuttsøgukapping var, at søgurnar ikki skuldu sendast inn, men leggjast út á ráðstevnu á First Class. Hetta hevði við sær, at næmingar umframt at leggja dent á at skriva eina góða søgu eisini máttu læra seg at nýta First Class. Hertil kann leggjast afturat, at allir skúlanæmingar í Føroyum hava teldupostadressu á First Class.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leggja dent á skriving
Kapping er nú at enda komin og vinnararnir eru funnir. 300 stuttsøgur komu inn til kappingina. Serliga var tað aldursbólkurin 5. – 7. flokk, ið vísti kappingini áhuga, meðan framhaldsdeildin ikki var so væl umboðað.
Seinastu árini hevur fólkaskúlin sum heild lagt nógvan dent á at fáa næmingar at skriva. Fyri nøkrum árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur tríggjar bøkur út um ávegisskriving, “Kom og skriva 1, 2 og 3”, sum Birgit Arge og Lydia Didriksen hava skrivað. Hesar bøkur leggja upp til, at næmingar arbeiða við at skriva ymiskt og alla tíðina bøta um tað, teir skriva. Evnini, ið verða tikin upp í hesum bókum, eru sera ymisk og spennandi, so børnini í dag rættiliga fáa høvi at royna síni skrivievni.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Størstur áhugi hjá 11-13 ára gomlum
Um evnini – ævintýr og krimisøgu – kann sigast, at tey er væl vald. Bæði evnini eru ímillum evnini í “Kom og skriva”, so næmingarnir kunnu arbeiða við, hvussu tílík søga kann skrivast, áðrenn teir seta seg at skriva sjálva søguna. Til ber at gera forarbeiðið í bólkum, og júst ein av vinnraasøgunum, nevniliga tann fyri 5. – 7. flokk, var vunnin av tveimum dreingjum, sum høvdu skrivað søguna í felag, og arbeitt við henni í bólki.
At áhugin er størstur ímillum tey 11 – 13 ára gomlu, er ikki so løgið. Tað er jú júst hesin aldursbólkur, ið í skúlanum arbeiðir við ávegisskriving, so til ber at siga, at ein tílík stuttsøgukapping rættiliga rakar tað, ið nógvir flokkar arbeiða við í skúlunum, og til ber at lata heilar flokkar vera við í kappingini. At framhaldsdeildin ikki er so væl umboðað kemst kanska av, at næmingar í hesum aldursbólki skriva søgurnar, tí teir hava serligan áhuga í at skriva, heldur enn at heilir skúlaflokkar arbeiða við hesum í felag.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at KT-depilin hevur skipað fyri skrivikapping ímillum børn og ung. Seinasta ár var tílík kapping á skránni, og tá var evnið yrkingar. Eisini ta ferðini góvu fólkaskúlanæmingar kappingini ans, og inn komu nógvar yrkingar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hátíðarhald í Mentamálaráðnum
Týsadagin 12. desembur var hátíðarhald í Mentamálaráðnum í samband við, at virðislønir vórðu handaðar vinnarunum av stuttsøgukappingini, ið KT-depilin hevur skipað fyri í heyst.
Serkøn fólk hava sitið og mett um søgurnar og kosið tær bestu, tó uttan at vita, hvør eigur hvørja søgu.
Nógv fólk var savnað til hátíðarhaldið, og lagt var upp til eina serliga løtu. Fyrst blivu vit bjóðað vælkomin, áðrenn Sigurlaug Nielsen, sum hevur staðið fyri kappingini, segði nøkur orð um mannagongdina við kappingini. Tá hon var liðug hugleiddi Lydia Didriksen, sum var ein av dómarunum, um innkomnu søgurnar og greiddi frá dømingini. Løtan, ið øll høvdu bíðað eftir, kom, tá ið ein av hinum dómarunum, Evald Rasmussen, handaði vinnarunum virðislønirnar.
Hjá teimum yngstu fór 1. virðislønin til Karlu B. Heinesen, sum gongur í 4. flokki í Vestmanna skúla. Hon hevði skrivað ævintýrið “Prinsessan og skómakarin.” Eftir at trý tey bestu høvdu fingið virðislønir, bleiv ævintýrið hjá Karlu lisið upp av næmingum á Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johannesen.
Síðani blivu vinnararnir av hinum báðum bólkunum kosnir. Í bólkinum 5. – 7. flokk gjørdust Óli Hansen og Helgi Lamhauge úr Glyvra skúla vinnarar við søguni “Ein heilsan úr Brazil,” og í bólkinum 8. – 10. flokk fór fyrsta virðislønin til Bartal J. Gregersen úr Stranda skúla fyri søguna “Gjørd gerð fær onga vend.” Næmingar úr Dramaverkstaðnum lósu eisini hesar báðar søgurnar upp.
Eftir hetta bjóðaði Mentamálaráðið okkurt leskiligt til gestirnar, og her høvdu fólk eisini møguleika at práta við vinnararnar.