300 túsund úr Føroyum til Irak

Reyði Krossur Føroya hevur sent 300.000 krónur til neyðstødd í Irak

Reyði Krossur Føroya hevur sent 300.000 krónur frá landsinnsavningini í heyst til at hjálpa neyðstøddu flóttarfólkunum í Irak.

 

Vegna versnaðum umstøðum og øktum vanda í Sýria, so boðaði ST í farnu viku frá, at tey fóru at steðga við at lata sýrisku flóttafólkunum matarlepar. Mett varð, at tað kom at raka 1,7 milliónir sýrar.

 

Sambært ST, so er tað vegna vantandi fígging, at tey eru noydd at steðga tiltakinum. Tey meta, at hetta fer at føra við sær óhepnar fylgjur fyri heilsuna og trygdina hjá flóttafólkunum í Jordan, Libanon, Turkalandi, Irak og Egyptalandi. Tað kom at rakar serliga meint, nú veturin rakar, og nógv av flóttafólkunum koma at mangla grundleggjandi hitaumstøður til at verja seg ímóti kuldanum.

 

Reyði Krossur hjálpir

Reyði Krossur Føroya boðar eisini frá, at familjur í hópatalið flýggja undan IS, har fleiri býir eru umskapaðir til blóðug krígjsøkir, og umleið hálvonnur millión fólk eru flýggjað undan vandamiklu støðuni. Teimum tørvar bráðfeingis neyðhjálp og innivist.

 

Reyði Krossur er til staðar við læknahjálp til tey mongu særdu frá stríðsøkunum. Fleiri av flóttarfólkunum búgva í húsum, ið ikki eru liðugt bygd enn og tørva vindeygu og hurðar. Onnur hava innivist í skúlum og moskeum. Umframt mat, vatn og heilvág er tørvur á ovnum, brennievni, presenningum, teppum, madrassum og vetrarklæðum. Reyði Krossur keypir inn alt lokalt og regionalt og býtir neyðhjálpina út soleiðis, at flóttarfólkini betri kunnu lívbjarga sær í einum køldum og vátum vetri.

 

Peningurin, ið Reyði Krossur Føroya hevur sent, fer til hetta humanitera arbeiðið.