300 áskoðarar hendavegin

Sum skilst, eru tað bara 300 áskoðarar frá Manchester City, sum hava ognað sær atgongumerki til dystin

Ilt er at gita um, hvussu tað ber til, at annars trúðføstu áskoðarar teirra ikki koma til Føroya. Kanska er tað søgurnar um flogvøllin og gistingarmøguleikarnar í Føroyum, ið hevur loypt ræðslu á fleiri teirra. Tískil verður tað neyvan at merkja býarmyndina í Havn, sum tá skotar vóru her. Men um tað eru fáir áskoðarar við City, so hava teir nógv folk kring sjálvan hópin. Leikarar, venjarar, læknar og hvørt av sínum kemur, og telja tey tilsamans 100 fólk.