Geislin er av einum stórhvali, sum kom inn í Gjónna við Gjógv fyri umleið 300 árum síðan. Hvalurin slapp ikki út aftur, so har mátti alt fólkið í bygdini í sving fyri at fáa lívið av honum.
Tað varð sagt um ein húskall á Fløtti, nevndur Bartals Pætur, at tá hann stóð og spann, kastaði hann ongantíð villan frá sær, fyrr enn hann varð liðugur. Men hendan dagin, tá hann hoyrdi um hvalin í Gjónni, leyp hann avstað og oman í Gjónna.
Geislin er 30 cm í diametur og 20 cm tjúkkur.
Geilsin er í varðveitslu í Ólastovu, sum er bygd í 1907, áðrenn tað var hann í gomlu Ólastovu










