300 pund í hálvan annan tíma

Teir loystu klokkan 21, og hálvan annan tíma seinni komu teir aftur til lands við 300 pundum av seiði!

Líkt er til, at nógvur seiður er at fáa - í hvussu er við runddorg fram við landi.

 

Í góðveðrinum í gjárkvøldið fóru Jack og Ingolf í Nólsoy ein túr við runddorg. Ólavur var eisini við á túrinum, sum royndist stak væl.

 

Teir loystu bátin umleið klokkan 21, og hálvan annan tíma seinni, tá teir komu aftur til lands, høvdu teir eini 300 pund av góðum seiði!

 

Tað er facebook-síðan - Nólsoy Nú & Tá - sum eigur viðheftu myndir.

 

Lítið er hugnaligari enn at standa dygst við klettin við einari tráðu - ella at damla fram við landi - í góðveðri eitt vakurt summarkvøld.

 

Tað er gevandi fyri bæði likam og sál.

 

Í sanginum hjá Christiani Matras - Einki er sum summarkvøld við strendur - sigur høvundurin tað so vakurt og gevur eina yndisliga mynd av einum slíkum túri og kvøldi:

 

Einki er sum summarkvøld við strendur.

Hvítar lýsa gjar- og flidnarendur.

Standa menn á nesjum og á tongum.

Bátur rør við áratøkum longum.

 

Veksur flóð og neyvan tú tað grunar.

Eiðasørt á nøkrum flúri runar.

Syftast fagrir fiskar fram við strendur,

meðan dagur leggur saman hendur.