1. august verða 300 milliónir krónur úr Húsalánsgrunninum klárar at bjóða føroyingum til at bjálva og umbyggja húsini við orkusparing fyri eyga. Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá í dag.
Hetta fer væntandi at skapa nógv virksemi í føroysku handverkara- og byggivinnuni.
Húsalánsgrunnurin er eitt bústaðarpolitiskt amboð hjá politiska myndugleikanum at røkka ymsum málum á føroyska bústaðarmarknaðinum, sum ikki verða rokkin nóg væl og skjótt undir vanligum marknaðarfortreytum.
Og endamálið við Húsalánsgrunninum verður nú at veita føroyskum bústaðareigarunum eitt gott tilboð, soleiðis at tað verður møguligt at minka um oljunýtsluna.
- Tað fer at gera gerandisdagin lættari hjá føroysku húsarahaldunum, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivinum. Fyri føroyska samfelagsbúskapin merkir hetta millum annað, at føroyska oljunýtslan og CO2-útlátið fer at minka, samstundis sum handilsjavnaúrslitið verður betrið.
- At Húsalánsgrunnurin nú við fullari megi fer út á føroyska bústaðarmarknaðin við lagaligum orkulánum fer at fáa stóran týdning fyri virksemið í byggivinnuni her á landi. Gjaldførið í Húsalánsgrunninum er góðar 300 milliónir krónur, sum nú fara í umfar í føroyska samfelagsbúskapinum.
Grunnurin skal eftir ætlan verða klárur við nýggja útlánsvirkseminum 1. august - tað er um góðar tveir mánaðir.