Fíggjarlógin fyri næsta ár má ikki hava meiri enn 300 milliónir í halli.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu liva við einum størri halli enn tað, leggur hann afturat.
Eisini Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, er samdur í, at fíggjarlógin næsta ár fer at geva stórt hall, men hann vil ikki seta krónutal á.
- Tað er bláoygd at hugsa sær, at fíggjarlógin fyri næsta ár ikki fer at hava eitt stórt hall, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Venda hvørjari krónu
Anfinn Kallsberg ásannar, at hóast vit hava havt sera góðar tíðir, hevur politiski myndugleikin ikki megnað at tálma útreiðslunum og úrslitið er, at tær eru vaksnar við risafetum hesi síðstu árini.
- Frá 2007 til 2008 vuksu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum næstan ørandi 350 milliónir krónur, ella 9% tá ið alt er tikið við.
Og í fyribils fíggjarlógini, sum er løgd fram fyri 2009, er aftur talan um ein vøkstur upp á 245 milliónur í sjálvum rakstrinum.
- Tað sær ikki gott út, staðfestir formaðurin í fíggjarnevndini.
Hann sigur, at tískil er ongin ivi um, at tað verður neyðugt hjá fíggjarnevndini at venda hvørjari krónu, serliga nú alt bendir á, at tað verður neyvan tann stóri vøksturin í inntøkunum, heldur verður tvørtur ímóti talan um eina minking.
Hann staðfestir samstundis, at samgongan hevur avtalað, at skatturin skal ikki hækkast og tí er tað ikki ein møguleiki at hækka skattin fyri at fíggja øktar rakstarútreiðslur hjá landinum.
- Tí verður neyðugt at raðfesta øðrvísi fyri at forða fyri, at rakstrarútreiðslurnar halda fram at veksa eru bæði Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard samdir um.
Málið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er, at næsta ár skal vøksturin í útreiðslurnar hjá landskassanum ikki vera meiri enn 5%.
Kjarnuveitingar sleppa undan
Hinvegin eru bæði Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg samdir um, at talan verður neyvan um nakað serligt av beinleiðis sparingum.
- Tann stóra avbjóðingin verður at temja sjálvum vøksturin so at útreiðslurnar ikki framvegis halda á at vaksa so nógv, sum tær hava gjørt.
Teir eru eisini báðir samdir um, at sparingar skulu ikki gerast í kjarnuveitingum í samfelagnum, eitt nú í heilsu- og almannaverkinum og skúlaverkinum.
Men hinvegin verður tað eisini galdandi fyri hesar stovnar, at tað kann neyvan halda á við so stórum vøkstri tey komandi árini, sum tað hevur verið tey seinastu árini.
Hinvegin vilja teir báðir ikki nevna ítøkilig dømi um, hvar teir so halda, at sparingar skulu gerast, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at tað skal vera á økjum, sum ikki hava so beinleiðis ávirkan á borgaran.
Sjálvur nevnir Jóannes Eidesgaard møguleikan fyri at finna sparingar fyri einar 30 milliónir í almenna rakstrinum.
Varðveita íløgurnar
Teir báðir fíggjarpolitisku oddamenninir í samgonguni eru eisini samdir um, at landskassin styrkja upp undir eina kreppu við at tálma íløgurnar alt ov nógv.
Tá ið afturgongd er í samfelagnum, er tað ikki góðir fíggjarpolitikkur, at tað almenna eisini traðkar á bremsurnar, sigur Anfinn Kallsberg.
Hesi seinastu árini hevur landið gjørt íløgur fyri 240-260 milliónir í rundum tølum og tað er ikki meiri enn Tórshavnar Kommuna einsamøll hevur ætlanir um av íløgum okkurt árið.
- Tað er eitt stórt mistak at skarva av íløgunum fyri at halda rakstrinum uppi, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann leggur enntá afturat, at slíkur politikkur kann als ikki góðtakast.
Hann sigur, at tað er sera týðandi, at eitt samfelag, eisini í ringum tíðum, er ført fyri at gera neyðugar íløgur og útbyggingar so at samfelagið verður útbygt so at vit ikki missa kappingarføri við tey lond, vit kappast við.
Jóannes Eidesgaard er samdur í, at tað er rætt hjá landskassanum at varðveita íløgurnar og tí síggja báðir fyri sær, at eisini framyvir fara íløgurnar hjá landskassanum at liggja um 250 milliónir krónur.
Næsta ár er samgongan longu bundin av íløgur fyri 145 milliónir, sum landskassin longu hevur bundið seg til og sostatt hevur samgongan 100-120 milliónir til at gera íløgur fyri sum hon sjálv raðfestur.