300 mió dýrari at reka Føroyar

Hóast fíggjarmálaráðharrin hevði lovað trísifraða upphædd sum avlop á fíggjarlógini, fara einans at standa 53 milliónir á niðastu reglu, sambært fíggjarlógaruppskotinum Karsten Hansen legði í dag fíggjarlógaruppskotið fyri tingið. Tað javnvigar við 4,357 millliardum og einans 53 milliónum í avlopi.

Tyngsti posturin er sum vera man almannamál við 1,5 milliardum.

Sandoyartunnilin er við í uppskotinum við 5 milliónum í ár, men ongari játtan komandi ár, hóast ein samtykt liggur í løgtinginum sum sigur, at byrjast skal upp á tunnilin 1. november 2009.

Ein onnur stór íløga, skúladepilin í Marknagili, fær tvær milliónir í ár og 30 næsta ár, meðan nýtt havrannsóknarskip stendur á fíggjarætlanini bæði í ár og komandi ár.

Øktir kostnaðir og lønarvøkstur eru orsøkirnar til, at rakstrarútreðslurnar eru voksnar 320 milliónir, samstundis sum inntøkurnar verða mettar 300 milliónir fleiri enn í fjør.

Framløga av fíggjarlógaruppskotinum var í løgtinginum, og Karsten Hansen roknar við, at fyrsta viðgerð verður komandi týsdag.