Sambært skulabladid.fo, so eru 300 lærarar farnir frá fyri aldur frá 2016 til 2024.
Tað eru í miðal eini 37 um árið, ið fra frá vegna aldur næstu átta árini.
Lærarafelagið hevur tølini frá Búskaparfrágreiðingini 2016, ið nýtir Manntal sum grundarlag.
Búskaparáðið hevur hugt at hvørjum verður tørvur á fram til 2024 og sambært hesi kanning, verður also talan um minst 300 lærarum fram til 2024.
Her skal eisini havast í huga, at tað eru nógvir lærarar, ið longu eru útbúnir, ið ikki hava starv. Orsøkin er tann, at tað er sera torført at fáa eitt fast starv sum lærari, men hinvegin verður mann settur eitt ár í senn.