Føstalávintsmánadagur var í gjár, og hetta varð eisini hátíðarhildið á rættan hátt á skúlunum kring landið. Á Argjum vóru eini 300 grýluklødd børn og vaksin farin at ganga túr mánamorgunin. Soleiðis fingu øll argjafólk høvi at síggja allar tær stásiligur grýlurnar henda morgunin.
Aftaná gongutúrin savnaðust allar grýlurnar á skúlanum. Har vórðu tey stillað upp í flokkum, og síðani dansaðu tey føroyskan dans. Áðrenn kattakongarnir skuldu finnast, fingu børnini okkurt leskiligt frá skúlanum.
Nærum allir næmingarnir vóru í grýluklæðum, og fleiri av lærarunum eisini. Har vóru brúðrar, gamlir menn við stórum búki, Batman, Spiderman, Pippi, ein fartelefon, ein pylsa við pylsubreyði, Superman, Snjóhvíta, firvaldar og nógv, nógv annað. Hugflogið hevði veruliga verið í gongd hjá teimum ymsu.
Lagið var ógvuliga gott, og hugnaðu børn og lærarar sær óført. Sjálvt um veðrið ikki var av tí allarbesta, so skuldu tunnurnar nokk fáast av vegnum ? tað søgdu børnini í øllum førum.