300 framvegis innistongdir í náminum

Námsvanlukkan í Turkalandi í gjár hevur kostað minst 201 mannalív, men umleið 300 arbeiðsmenn eru framvegis niðri í náminum.

Turkisku myndugleikarnir siga, at 787 fólk vóru niðri í kolanáminum, tá ein spreinging elvdi til eldsbruna og ógvusligan royk. Sum skilst vóru teir flestu arbeiðsmenninir staddir tveir kilometrar niðri og einar fýra kilometrar frá útgongdini, tá vanlukkan hendi.

 

Myndugleikarnir siga, at nakrir arbeiðsmenn vórðu fingnir upp á lívi, og bjargingarlið hava alla nátt roynt at bjarga fleiri. Samstundis hava bjargingarliðini pumpað reina luft niður í námið.

 

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, skuldi fara til Albania, men hann hevur avlýst ferðina og fer ístaðin til námið, sum er tætt við stórbýin Izmir. 

 

Hetta er ikki tann fyrsta námsvanlukkan í Turkalandi. Fyri trimum árum síðani doyðu 28 námsarbeiðmenn av einari spreinging. Stutt frammanundan hevði ein tlsvarandi vanlukka í einum øðrum námi kravt 13 mannalív. Tann ringasta námsvanlukkan í Turkalandi var í 1992, tá 263 fólk doyðu eftir eina gassspreinging í einum námi.