300 fólk fingu ókeypis morgunmat

At skipa fyri ókeypis morgunmati á stevnum vísir seg at vera eitt tiltak, sum savnar nógv fólk.

Sands kommuna bjóðaði í morgun til ókeypis morgunmat í ovaru hæddini í bókasavninum. Tað er stevna á Sandi í dag. Veðrið er gott, og hýrurin á fólki er góður.

 

Tað er í hesum sambandi, at kommunan bjóðaði øllum til ókeypis morgunmat í tímunum millum klokkan 10 og 12 í dag.

 

Nógv fólk tóku av hesum tilboði og nýttu høvi at vitja í hølunum hjá Sands kommunu, har ymiskt morgunbreyð var at fáa saman við nógvum og góðum viðskera.

 

Kaffi og te var til tey vaksnu, og børnini fingu mjólk og sunkist, og haraftrat vóru eisini ymisk sløg av jogurt.

 

Tey, sum stóðu fyri morgunmatinum, søgdu, at tey høvdu gjørt klárt til eini 300 fólk, men tað vísti seg, at neyðugt var at fara í handilin eftir meira.

 

Væntandi er tí, at talið av fólki, sum tóku av frálíka morgunmatartilboðnum hjá Sands kommunu, hevur verið omanfyri 300.