ÁTRÚNAÐUR: Fríggjadagin í næstu viku seta væl omanfyri 300 føroyskir ungfólk kósina ímóti týska býnum Offenburg. Hetta er samstundis størsta talið av luttakarum nakrantíð, síðani hetta tiltakið byrjaði í 1993.
Teir fara her at taka lut á eini stórari kristnari stevnu, nevnd TeenStreet, har 4000 onnur ung úr øllum heiminum eisini fara at seta sín dám á leguna, ið byrjar 27. juli.
Út frá hesum sæst, at føroyski hópurin telur um níggju prosent av luttakarunum, og man uttan iva teljast millum hóparnar úr einum einstøkum landi. Luttakararnir koma úr fleiri samkomum her á landi.
Her verður nógv andalig undirvísing, sangframførslur og annað ið hóvar teimum ungu. Millum teir mongu undirvísararnar er eisini føroyingurin, Høgni Johansen. Hann fer m.a. at taka upp viðkomandi spurningar, um t.d. Gud er til, avbjóðingin frá islam og um vit kunnu stóla uppá Bíbliuna.
Hvør stevna hevur sítt heiti. Í ár er heitið More.
Stevnan endar leygardagin 3. august, og koma luttakararnir aftur dagin eftir. Greitt er longu nú, at TeenStreet verður aftur á sumri næsta ár.