Í gjárkvøldið var aftur aftankvirra í Vágs kirkju, - enn einaferð við góðari undirtøku
Seinastu árini hevur Vágs kirkja verið karmur um aftankvirru í apríl, og soleiðis var aftur í ár.
Aftankvirran byrjaði kl. 21.30, tá ið kirkjan var opin til fólk at koma inn og nýta friðin og fyri at verða still.
Tá ið klokkan er farin av 22 fóru partur av bólkinum Teir 4, ið eru kendir við sangum sum: Tímaglaasið og Her er løtan, at syngja og spæla.
Andaktina hetta kvøldið hevði Pól Johannessen úr Klaksvík. Pól Johannesen er annars í Suðuroy í samband við renningina VILT de Suðuroy.
Tá ið tiltakið endaði, bjóðaði kirkjuráðið til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið.
Seinastu árini hevur kirkjan verið nærum fullsett til hetta tiltakið, og í gjárkvøldið vóru so eini 300 fólk savnaði í Vágs kirkju.