300 fólk á felags starvsfólkadegi

Í góðveðrinum í dag hava øll tey stívliga 300 starvsfólkini hjá ArtiCon luttikið á starvsfólkadegi.

 

 

Í góðveðrinum í dag hava øll starvsfólkini í ArtiCon luttikið á árliga starvsfólkadegnum hjá felagnum, og dagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.

Hjá ArtiCon siga tey, at evnið á felags starvsfólkadegnum í ár var “felagsins sosiala ábyrgd” (CSR).

- Vit hava í fleiri ár skipað fyri CSR-tiltøkum, eitt nú innan starvsfólkaøki, trygd, samfelagsábyrgd og umhvørvi.

Hjá felagnum siga tey, at í 2018 fór felagið undir at skipa CSR-økið við ætlanum fyri tey komandi árini, og á starvsfólkadegnum í dag varð ein CSR-ætlan løgd fram fyri øllum starvsfólkunum.

CSR-økini, sum ArtiCon arbeiðir við, eru starvsfólk, umhvørvi, trygd, samfelagsábyrgd og etikkur, og felagið hevur sett sær fleiri mál innan hvørt einstakt øki.

- Nógv ymiskt var á skránni í dag, eitt nú framløgur, ein klumma frá Armgarð Arge, góður tónleikur frá Bjarka Hansen, góður matur og ikki minst felagsskapurin millum stívliga 300 starvsfólk.

Hjá ArtiCon siga tey, at starvsfólkadagurin er eitt árligt afturvendandi tiltak hjá felagnum, og dagurin hesaferð eydnaðist stak væl, verður lagt aftrat.