300 fólk í dansi í Hósvík

- Vit eru stak væl nøgd við regatta’ina, sigur 19 ára gamla, Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag

Seinasta fríggjakvøld varð skipið fyri regattasigling í Sundalagnum. Bátarnir fóru av Eiði um 17-tíðina, og umleið hálvan triðja tíma seinni løgdu einir 75-80 bátar til bryggju í Hósvík.
Fremstur í fylginum var bjargingarbáturin Lív, og aftastur sigldi Vón hjá Eiðis Bjargingarfelag.

110 bátar
Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag, sigur, at tá bátarnir nærkaðust brúnni við Streymin og hildu leiðina fram suður gjøgnum Sundalagið, taldi onkur í nevndini umleið 110 bátar.
- Tað er ongantíð soleiðis, at allir bátarnir koma til bryggju. Nakrir velja at sigla við, men fara síðan heimaftur, sigur hon.

Nógv fólk
Sarita G. Joensen sigur, at dansurin, sum var seinni um kvøldið og út á náttina í Bygdarhúsinum, eydnaðist stak væl.
- Umleið 300 fólk vóru í dansi, og tað eru vit sera væl nøgd við, sigur hon.
Forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag sigur, at tað regnaði eitt sindur, sum kvøldið leið, og tí kom tað eisini væl við, at tey høvdu eitt tjald standandi beint við inngongdina til Bygdarhúsið.
- Jú, vit eru øll serstakliga væl nøgd við tiltakið. Vit høvdu eitt stórt tal av bátum, sum tóku lut í siglingini, og vit høvdu nógv fólk í dansi.
Hon heldur, at fólk rættiliga hugnaðu sær í Hósvík fríggjakvøldið og leygarnáttina.

Tøkk úr Hósvík
- Vit takka øllum, sum vóru við í siglingini, og vit takka øllum, sum tóku eina hond í. Ikki minst vilja vit takka okkara góðu stuðlum, sum vóru 11 í tali, har Thor í Hósvík við høvuðsstuðul, sigur 19 ára gamla, Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag.