30 umsóknir til FSF

Bæði føroyskar og útlendskar umsóknir eru komnar inn

Týsdagin var seinasta freist at søkja starvið sum fótbóltsmennari í FSF. Tað verða fýra fótbóltsmennarar settir í næstum. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum, sigur, at tað eru komnar 30 umsóknir inn.

 

- Vit hava fingið 30 umsóknir inn og talan er bæði um føroyskar og útlendskar. Sum heild sær tað spennandi út, sigur Virgar Hvidbro.

 

Tær útlendsku umsóknirnar koma allar úr norðurlondum. Tað er eisini ein stórur møguleiki fyri at minst ein útlendingur verður millum tey, ið fáa eitt av teimum fýra fótbóltsmennarastørvunum.

 

- Tað er ikki óhugsandi at tað verður ein blanding av føroyingum og útlendingum, sum verða settir í starv, sigur Virgar Hvidbro.

 

Fótbóltsmennarastarvið er nýtt í føroyskum fótbólti.