30 túrar til Rumenia

Mánadagin 10. november kom klaksvíkingurin Absalon Matras heim aftur frá enn einum túri í Rumenia. Hetta var túrur hansara nummar 30.

Við á ferðini hesaferð vóru eisini: Marjun og Leivur Nattestad úr Miðvági, Betty á Høgabóli úr Miðvági og Ansgar Hansen úr Klaksvík.
Absalon sigur við Kirkjuligt Missiónsblað, at hjálpin hesaferð var veitt einum øki norðast í Rumenia á arkinum til Ukraina, og er hetta ein tann fátækasti parturin í øllum landinum.
"Kl. 1.00 um náttina komu vit eftir einum ógvuliga vánaligum vegi til tað fjarskotnu bygdina í Norðurrumenia. Har var so fátæksligt at kommunan ikki hevði ráð til at hava gøtuljósini tendraði, men tá við komu inn í bygdina, tendraðu ljósini. Tey hava ivaleyst sæð fram til, at vit komu. Fólk vóru ógvuliga glað fyri hjálpina og bóðu okkum heilsa heim og takka hjartaliga fyri alt" sigur Absalon við blaðið.
Ferðin gekk væl og Absalon takkar fyri allan stuðul og forbøn.
Farið varð nýggjan túr til Rumenia 14. november. Hesaferð gekk leiðin til Timisuara.

Kelda: Kirkjuligt Missiónsblað nr. 10 2003