Sólrun hevur altíð verið sera virkin innan heimarøktina í Suðuroyar sunnaru helvt. Hon hevur víst stóra virðing og áhuga, bæði fyri brúkarum, starvsfeløgum og fyri felagnum sjálvum. Hon hevur við stórum virði passað og pleygað hvønn brúkara upp á besta máta og altíð møtt upp til ymskar fundir, ið felagið hevur hildið.
Í 2001, 53 ár gomul, fór hon undir heilsuhjálparaútbúgvingina, ið hon kláraði sera væl, sjálvt um hon bert hevði vanligan fólkaskúla í Sumbiar skúla frammanundan.
Út yvir at hava starvast sum heimahjálp í Sumbiar kommunu, hevur hon eisini verið hjá brúkarum í Vági, og ígjøgnum hetta síðsta árið hevur Sólrun m.a. eisini arbeitt á Eldrasambýlinum í Vági.