Seinnapartin í dag - frá klokkan 13 og úteftir - verður ein stórhending í søguni hjá Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum.
Hesa løtuna verður nevniliga eitt hátíðarhald í samband við at bókin um henda týðandi felagsskapin verður givin út.
Dagurin byrjar við at Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni og Nærverkinum setir dagin, áðrenn forkvinnan í MBF, Laila Solmunde tosar um hetta 30 ára skeiðið.
Eftir tað verður bókin "Søgan um okkum - MBF 30 ár" almannakunngjørd, áðrenn systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð undirhalda og bólkurin DIVAS framførir nakrar sangir.
René Nielsen, sum er stjóri, rithøvundur og fyrilestrarhaldari endar dagin við einum fyrilestri, ið hann kallar: Ábyrgd fyri egnum lívi.