Ein 41-ára gamal maður úr Missouri, USA, er í vanda fyri at fáa eina 30-ára fongsulsrevsing fyri at hava stjolið ein doughnut. Tá ið Scott A. Masters tók ein doughnut við sær út úr einum handli, sum hann ikki hevði goldið fyri, hevði hann neyvan væntað at koma í fongsul fyri hetta í heili 30 ár, men soleiðis kann tað altso ganga onkuntíð?
Orsøkin til, at revsingin kanska verður so stór, er, at Masters skumpaði til ein annan kunda á veg úr handlinum, tá ið hann rann ímóti hurðini. Sambært amerikansku lóggevingini broytti hetta støðuna.
Eftirsum Masters áður hevur verið dømdur fyri kriminalitet, verður revsingin altso harðari hesu ferð.
Wendy Wexler Holm, sum er ákærin í sakini ímóti Masters, sigur, at tað at Masters stjól ein doughnut als ikki er høvuðstrupulleikin. Harafturímóti er trupulleikin, at hann skumpaði til ein annan kunda aftaná.
Ekstra Blaðið skrivar, at Masters er keddur um, at hann ikki fekk stundir at eta sín doughnut. ?Eg blakaði hann frá mær, tá ið eg royndi at sleppa mær undan løgregluni,? skal hann hava sagt í rættinum.










