30 ára føðingardur og nýtt listarverk

Størsta broytinging hjá havnarborgarum var at kunna fara til handils undir taki – og ikki minst at fáa ferskt neytakjøt hvønn dag. Í sambandi við 30 ára dagin verður eitt stórt listarverk hjá Tróndi Patursson á torginum tendrað

SMS 30 ÁR

 

Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani, at SMS lat dyrnar upp á fyrsta sinni. Men tað var kortini longu í 1973, at Hans Mortensen saman við øðrum stovnaði felagið aftan fyri SMS.

Tórshavnar býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd var ein høvuðsgøta, har handlar so kundu byggja sær handilshøli framvið. Tá alt so var liðugt, skuldi tak leggjast á.

Hetta hugskotið helt Hans Mortensen tá ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS.

- Hetta var ein tung prosess, og málð var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri kundi skkjóta fyrsta skotið í 1976, segði Hans Mortensen við Sosialin í sambandi við 25 ára dagin hjá SMS.

Tað var tann 2. november í 1977, at SMS lat upp dyrnar á fyrsta sinni. Men á var SMS ikki tað sama, sum í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handlarnir kundu tú telja á fingrunum.

Ætlanin var tó altíð at byggjast skudli fleiri lonir, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar.

Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og útbyggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu gjørt.

Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars, var tað nakað nýtt at kunna fra til handils ”undir taki”. Nógv varð tosað um, at hetta fór at køva miðbýin, og tað vóru fólk, sum als ikki vildu seta sín fót i SMS av slíkum grundum. Men í dag munnu tey fer fá, ið ikki keypa í SMS av hugsjónarligum orsøkum.

Tað sum sermerkti SMS var matvøruhandilin Superland, sum skifti navn til Miklagarð fyra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars í 1978.

Umframt at hetta var ein stórur handil, so bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum. Leiðari í slaktarínum í SMS tá vart tann 26 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – og hann er har enn!

Jørgen Jørgensen hevur fyrr sagt við Sosialin, at tað ”kjøtmessiga” var eitt sjokk at koma til Føroyar á fyrsta sinni, tí tú fekst t. d. ikki ferskt neytakjøt. Tí fóru tey beinanvegin undir at leggja til rættis, hvussu hesin flutningur kundi skipast í serligum kjøtbingjum.

Í sambandi við 30 ára dagin hjá SMS verður stóra listarverkið hjá Tróndi Patursson á torginum í SMS tendrað. Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum tendrar listarverkið, sum er eitt torn, kl 17.

Úr SMS heilsa tey, at øll eru vælkomin til hátíðarløtuna í hesum sambandi.