30 ár á sama arbeiðsplássi: Tað hevur verið ein góð tíð

Eg eri takksamur fyri, at eg havi havt eitt arbeiðið at fara til øll hesi árini

 

Hetta hevur verið eitt ómetaliga gott arbeiðspláss. Tað sigur Moodi Norðberg, sum nú hevur arbeitt á trolvirkinum, Berginum, í Hvalba í 30 ár.

Í gjár var ein lítil móttøka fyri honum, har familja, starvsfelagir, og onnur, høvdu høvið at heilsa upp á.

Jógvan Thomsen, stjóri á Berginum heldur, at tá ið Moodi hevur verið 30 ár á sama arbeiðsplássið, má tað vera eitt tekin um at har hevur verið gott at vera.

Hann lýsti Moodi við teimum nøkrum orðum úr Bíbliuni. Tað fyrra er úr Orðtøkunum, har tað stendur, at »Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?«

Hitt seinna er úr Brævi Paulusar til samkomuna í Kolosse, har tað stendur »Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!«

Jógvan Thomsen segði, at nettupp hesi orðini eru eyðkenni fyri Moodi Norðberg í øllum tí hann hevur gjørt

– Tað er slíkum fólki, hetta landið hevur brúk fyri, segði hann.

Sjálvur helt Moodi Norðberg, at hann hevur havt nógv at takka fyri tá ið hann hevur havt eitt arbeiðið at farið til øll hesi árini.

– Hetta hevur hevur verið eitt ómetaliga gott arbeiðspláss, sigur hann. Hann sigur, at tað hevur verið strævið til tíðir, men tað hevur verið fjølbroytt og hesi seinastu árini hava teir fingið ymsar hentleikar, sum hava lætt um hjá teimum.

Í løtuni eru tríggir mans á Berginum, men stjórin sigur, at er brúk fyri fleiri fólkum, stendur ikki á, tí tað eru altíð trolaramenn til taks, sum eru farnir í land, ella sum eru heima ein túr.

Í sambandi við starvsdagin fekk Moodi Norðberg eitt gullur frá virkinum, sum varð bílagt úr Svøríki, men sum hevur havt eina langa leið til Føroyar, tí tað hevur verið sent aftur og fram ímillum Svøríki og Danmark nakrar ferðir, áðrenn tað at enda fann fegin fram til Hvalbiar.

 Her eru fleiri myndir frá móttøkuni í gjár