30 ár ímillum hvørja asfaltering

Í árunum frá 1989 til 1999 vóru einir 40 kilometrar av vegi endurasfalteraðir um árið. Tað eru 9% av samlaðu vegalongdini, sum er einar 450 kilometrar.

Bara fyri at halda stand og varðveita vegirnar á einum nøktandi støði, skulu vit asfaltera minst 30 kilometrar av landsvegi um ári. Men játtanin er so lág, at vit klára bara at asfaltera einar 15 kilometrar um árið. Tað er ikki meiri enn 3% av samlaðu vegalongdini.
- Skilligt er, at við hesi játtan verða í miðal 30 ár ímillum, at vegir verða asfalteraðir. Men livitíðin fyri asfalt er bara eini 15- 20 ár og tí forfellur vegakervið skjótt, sigur Landsverk.
Hendur onki munagott nú, fer tørvurin á asfaltering at eksplodera tey næstu fimm árini og avleiðingin kann skjóttt verða, at vegirnir verða í so vánaligum standi, at vit verða noydd til at mæla til, at hámarksferðin verður sett niður á ávísum teinum av trygdarávum.
Landsverk sigur, at verður vegakervið ikki røkt og skaðar umvældir so hvørt, versnar skaðin og kostnaðurin verður nógvar ferðir størri. Sum støðan er nú við nógv avmarkaðari játtan, mælir Landsverk tískil til at halda aftur við at gera nýggjar vegir og heldur raðfesta játtanina til at røkja tað vegakervið, vit longu
hava.

Brúka bara helvtina
Í Føroyum er játtanin til at halda vegakervið hjá landinum viðlíka, góðar 108 krónur fyri meturin av vegi. Í Danmark er játtanin 225 krónur til 2-breytaðar vegir, sum líkast okkara og í Noregi er játtanin 203 krónur fyri meturin
Landsverk sigur, at Noreg tað landið, vit best kunnu samanbera okkum við.
Ein byrjan til at endurreisa vegakervið í Føroyum, kundi verið at økt játtanina minst 12 milliónir krónur um árið til tunlar og brýr. Harafturat má syrgjast fyri, at vegakervið ikki framhaldandi forfellur, og tí mæla vit til, at játtanin til viðlíkahald eisini verður hækkað 14 milliónir krónur um árið.
Hann leggur afturart, at páhaldið um, at tað almenna alsamt bólgnar meir og meir, stendur í stórari andsøgn til játtanina til viðlíkahald og rakstur av øllum samferðslukervinum á landi.Tvørtur ímóti vísir ein uppgerð, at síðani 1996, tá ið játtanin var søguliga lág, er hon minkað niður ú helvt, tá ið økt ferðsla og príshækkingar verða taldar við.
Les eisini greinina: Landsverk við at missa tamarhaldið.