24. august er merkisdagur í føroyskum ítrótti og føroyskum fótbólti. Henda dagin í 1904 varð Klaksvíkar Ítróttarfelag stovnað. Harvið er tað í dag 114 ára stovningardagur hjá KÍ.
24. august í 1988 spældu Føroyar við Páll Guðlaugsson sum venjara fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Føroyar vunnu 2. juli 1988 limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. 24. august var mótstøðuliðið í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum Ísland.
Dysturin varð spældur í Akranesi ímóti Íslandi, sum Føroyar longu frammanundan høvdu spælt fleiri landsdystir ímóti.
Heimaliðið vann 1-0. Málið skoraði Omar Torðarsson, sum var ein av fimm spælarum úr Fram Reykjavík millum teir fyrstu ellivu, í 33. minutti.
Í hesi 30 árini hava Føroyar spælt 182 altjóða skrásettar landsdystir.
Fyrsti sigurin var í vinardysti í Gundadali ímóti Kanada fjúrtanda apríl 1989. Málskjútti var Torkil Nielsen.
12. september luttóku Føroyar fyrstu ferð í undankappingardysti. Tað var tiltikni EM undankappingardysturin í Landskrona ímóti Eysturríki. Føroyar vunnu 1-0, og eisini ta ferðina var tað Torkil Nielsen, sum skoraði málið.