Danske Spil sóknast eftir fýra lotto-spælarum, sum hava vunnið 30 milliónir Talan er um fýra seðlar, sum eru seldir í ár.
Allir seðlarnir eru seldir á sølustøðum í Danmark, men er onkur føroyingur, sum hevur ferðast á flatlondum seinastu tíðina, er tað kanska eitt gott hugskot at kanna buksulummarnar eina eyka ferð.
Seðlarnir, sum hava vunnið, eru seldir á hesum støðum:
Søegaards Vinhus, Adelgade 20, 7800 Skive - 10.000.987 krónur.
Kvittanin er keypt í viku 14 og er 1-viku lynlotto.
Kirkebjerg Kiosken, Park Alle 286, 2605 Brøndby - 10.000.000 krónr.
Kvittanin er keypt í viku 15 og er ein 5-viku seðil.
Magasin, Kgs. Nytorv 13, 1095 København K - 5.000.037 krónur.
Keyptur í viku 17 sum lynlotto fyri eina viku.
SuperBest, Persillehaven 111, 2730 Herlev - 5.000.000 krónur.
Keyptur í viku 17 og er ein 5-viku seðil.










