30 limir í al-Qaeda tiknir í Turkalandi

Turkiska yvirgangsløgreglan hevur tikið 30 fólk, sum sambært myndugleikunum eru limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda Turkiska tíðindastovan Anatolia skrivar, at tey 30 vórðu tikin ymsastaðni í býnum Eskisehir, og at tey eru til avhoyringar nú.

Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði eitt turkiskt blað, at myndugleikarnir høvdu fingið upplýsingar úr USA, sum bendu á, at yvirgangsmenn kanska vóru í ferð við at fyrireika atsóknir at útlendskum málum í Turkalandi.

Turkisku myndugleikarnir góvu al-Qaeda skyldina av yvirgangsatsóknunum at tveimum synagogum, bretska konsulátinu8m og einum bretskum banka í Istanbul í fjør. 63 fólk doyðu, og fleiri hundrað vórðu særd.

Sjey menn vórðu tilnir og ákærdir aftan á atsóknirnar, og teir fingu allir lívlanga fongsulsrevsing.